Stóra takk fyri at tú vilt vera við at stuðla arbeiðinum í KFUM&K!
Tú kanst samla tær stuðlar, við at vísa teimum á hesa heimasíðuna og biðja tey fara inná ‘STUÐLA LUTTAKARA’ og velja títt luttøku nummar. (Dømi: Rennari 154 - PH)
Stuðulsrenningin tann 10. mai gongur soleiðis fyri seg:
Renningin byrjar kl. 11 og er liðug kl. 12.
Tá ið renningin er liðug, verða umførini tald saman, og ein teldupostur verður sendur til tann/tey ið stuðla tær, ið boðar frá hvussu nógv tú hevur runnið, og við kontonr. hjá KFUM&K.
Peningurin fer til at fíggja umbyggingina av KFUM&K, sum byrjar í summar.
Thank you!